Ítróttur

Talv: Rógvi og Høgni í Kroatia

...

2018-12-17 22:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í hesum døgum, 15/12 til 22/12, luttaka brøðurnir Rógvi (2339) og Høgni Egilstoft Nielsen (2400) í stóru altjóða talvkappingini Zadar Open í Kroatia.

Kappingin fevnir yvir 9 umfør, og í 4. og dagsins umfari møttust brøðurnir við talvborðið. Rógvi vann við hvíta fólkinum á Høgna, og hevur higartil vunnið 3 av 4 talvum, ið er heilt góð úrtøka, sum í løtuni gevur Rógva eina framgongd á gott 23 ratingstig. Í 2. umfari vann Rógvi á stórmeistaranum GM Dragisa Blagojevic (2497) frá Montenegro. Talvið kann síggjast við at trýsta áher. Í morgin hevur Rógvi svart móti tí altjóða meistara Quentin Loiseau (2443).

Eftir ein sigur og tvey remis, hevur Høgni fingið 2 av 4 stigum, ið higartil gevur honum eina lítla afturgongd uppá 7 ratingstig. Í morgin hevur Høgni aftur svarta fólkið, hesuferð móti indaranum Nikhil Dixit (2292).

Talvið millum Rógva og Høgna kann síggjast við at trýsta áher.

Støðan eftir 4 umfør sæsther.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder