Talvsamband Føroyar skrivar:
Dystirnir í áttanda umfari í landskappingini í talvi broyttu einki í FM-kapprenningini millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Bæði liðini tryggjaðu sær meinlíkar stórsigrar í dag. Støðan er tí óbroytt í oddanum ??? vágamenn eru framvegis hálvtannað stig undan havnarmonnum.
Sandavágur fekk frálíkt úrslit móti fyrsta liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. ??rslitið var 3½-½ til vágamenn. Av klaksvíkingunum var ??lavur Simonsen á 1. borði hin einasti, sum bjargaði sær undan tapi. Honum eydnaðist í longum talvi at fáa javnt móti Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vóru sandavágsmenn eirindarleysir; Rógvi Egilstoft Nielsen vann á Steintóri Rasmussen, Silas Eyðsteinsson koppaði Willa Olsen, og Torkil Nielsen syfti Rana Baldursson.
Stórmeistarin við aftur
Havnarmenn høvdu brynjað seg við næstan allari OL-manningini í dag. Helgi Dam Ziska var við aftur á 1. borði, hinir vóru Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen. Havnarmenn høvdu útidyst móti Kollafjarðar Talvfelag, og vunnu 3½-½. Helgi, Martin og Olaf vunnu ??? mótstøðumenninir vóru Kári Petersen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen, men á fjórða borði eydnaðist tí unga Rógva Mørkøre óvæntað at fáa remis móti Carl Eli Samuelsen.
Í triðja dystinum í 1. deild vann annað lið hjá Havnar Telvingarfelag 3-1 á øðrum liði hjá Klaksvíkar Talvfelag. Sjúrður Thorsteinsson, Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Rana Nolsøe, Finnbjørn Vang og Tummas Martin Sólsker, afturfyri vann Terji Petersen á triðja borði á Heiðriki Jacobsen.
Støðan í 1. deild eftir 8. umfar
1.Sandavágur 25 stig
2.Havnin 23½
3.Klaksvík 15
4.Havnin (2) 13
5.Klaksvík (2) 10
6.Kollafjørður 9½
Líkt er til, at spenningurin fer at standa við til síðsta umfar ??? bæði í toppinum og í botninum. Sama er at siga um kappingina um uppflyting úr 2. deild í 1. deild. Í løtuni er líkt til, at Vestmanna Talvfelag fer at spæla seg upp aftur í bestu deildina, men avgerðin um tað verður helst eisini at bíða til síðsta umfar.
Mesti spenningurin stendur sum vera man um sjálvt FM-heitið. Hugsandi er, at avgerðin fellur ikki fyrr enn í innanhýsis dystinum millum oddaliðini í síðsta umfari.
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Í 1. deild er skráin henda:
9. umfar (17. mars)
Klaksvík (2) ??? Sandavágur
Havnin ??? Klaksvík
Havnin (2) ??? Kollafjørður
10. umfar (6. apríl)
Sandavágur ??? Havnin
Klaksvík ??? Havnin (2)
Kollafjrøður ??? Klaksvík (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald