Sandavágs Talvfelag skrivar:
FM Snar og FM Kvik
Í gjár var FM í snartalvi telvað og í dag á fyrsta sinni FM í kviktalvi.
Sandavágs Talvfelag var umboðað av 5 telvarum til FM Snar og gjørdist úrtøkan sum heild í lagi. Onkrir fingu færri stig enn ætlað meðan aðrir fingu fleiri enn væntað.
Í snar kappingini gjørdist Høgni nr. 2 við 9 stigum og Rógvi nr. 4. við 7,5 stigi
Ingi fekk 6,5, Torkil 5,5 og Jón 5,5 lógu meiri miðskeiðis í feltinum.
Í kvik kappingini vóru allir teir somu av okkara telvarum, uttan Torkil. Sigast má at dagurin í dag hilnaðist betur enn gjár dagurin. Tá ið kappingin var lokin og 9 umfør telvað, tá stóð á jøvnum millum Høgna og Helga, báðir við 8 stigum. Sostatt skuldi umdystur avgera hvør skuldi gerast fyrsti FM vinnari í kviktalvi nakrantíð.
Endin var at Høgni vann umdystin 1½-½ og harvið FM heitið.
Rógvi gjørdist nr. 3 við 7 stigum.
Jón hevði eina frálíka kapping og vann rating virðisløn við 5,5 stigum og Ingi fekk 4 stig.
Eitt stórt til lukku verður ynskt okkara telvarum og góða eydnu í liðkappingini í morgin.
Orð: Ingi W. Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald