Ítróttur

Talv: Føroyar vunnu 3-1 á Malta

...

2017-11-16 21:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya:

Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt.

Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði.

Føroyar eru framvegis nummar tvey av teimum tíggju liðunum ??? eitt stig aftanfyri Andorra. Føroyska liðið hevur vunnið seks dystir og spælt ein javnan. Andorra hevur vunnið allar sjey dystirnar.

Støðan í kappingini er nú henda:

1. Andorra 14 stig

2. Føroyar 13

3. Monaco 11

4. Kýpros 10

5. Luksemburg 9

6. Malta 5

7. Liktinstein 3

8. Jersey 2

9. Guernsey 2

10. San Marino 1

Avgerandi dystir

Bara tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Teir avgerandi dystirnir eru enn eftir. ??sigraða Andorra hevur báðar teir harðastu kappingarneytarnar eftir ??? Monaco í morgin og Føroyar leygardagin.

Føroyar telva móti Kýpros í morgin fríggjadagin. Teir hava staðið seg væl, vunnu m.a. á Luksemburg, men í dag taptu fyri 3-1 fyri Monaco.

Vinna Føroyar á Kýpros í morgin er lagt upp til eina beinleiðis finalu í síðsta umfari leygardagin millum Føroyar og Andorra.

Enn er ikki greitt, hvørjir manna føroyska liðið í morgin, men væntandi verða tað Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.

Styrkt oddalið

Um báðar kappingarneytarnar hjá Føroyum ??? Andorra og Monaco ??? er at siga, at liðini eru styrkt við fremmandum telvarum.

Andorra hevur tveir stórmeistarar. Oscar De La Riva Aguedo er spanióli og var spanskur meistari í 2003. Hann hevur tó í nøkur ár umboðað Andorra. Hin stórmeistarin er bretin David Norwood. Hann var fastur viðmerkjari í BBC-sjónvarpsstovuni, tá ið HM-finaludysturin millum Garri Kasparov og Nigel Short var telvaður í London í 1993.

Monaco hevur aðrar tveir tilfluttar telvarar á fremstu borðunum. Igor Efimov er stórmeistari úr Georgia, hevur í fleiri ár umboðað Italiu, og seinni Monaco. Hin er Igor Berezovskij, altjóða meistari úr Týsklandi av ukrainskari rót. Hann hevur umboðað Monaco síðani 2014.

Í stuttum er at siga, at lagt verður nógv fyri at vinna hesa Small Nations talvkappingina fyri landslið. Kappingin í ár er tann fimta í røðini. Føroyar hava vunnið tvær ferðir og Luksemburg tvær ferðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder