Ítróttur

Talv: Føroyar vunnu 2½-1½ á Montenegro

...

2017-11-01 20:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya:

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Montenegro í evropameistarakappingini í talvi á Kreta.

Sigurin var líka óvæntaður, sum hann var kærkomin. Montenegro er styrkismett ovari enn Føroyar, og á trimum borðum høvdu mótstøðumenninir væl hægri styrkitøl enn okkara telvarar.

Helgi Dam Ziska gjørdi bart á 1. borði og vann ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdi honum bragdið eftir á triðja borði við øðrum fínum sigri á triðja stórmeistaranum. Yngri bróðirin Høgni hevði frammanundan telvað javnt á øðrum borði. Á fjórða borði mátti John Arni Nilssen lúta fyri vælleikandi mótstøðumanni.

Sigurin er tann fyrsti hjá Føroyum í hesari EM-kappingini.

Helgi Dam Ziska hevur nú fingið trý stig eftir fimm umfør, og er framvegis ósigraður í kappingini. Brøðurnir úr Sandavági fingið tvey stig hvør, Høgni hevur telvað øll fimm umførini, Rógvi hevur tvey stig fyri fýra dystir. Fáa veteranarnir á liðnum ??? John Arni Nilssen og John Rødgård ??? eisini gongd á, kundi tað farið at blivið heilt spennandi seinni í kappingini.

Í morgin er frídagur á Kreta. Sætta umfar verður fríggjadagin. Kappingin endar týsdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder