
Eftir fjórða umfar í FM-kappingini í talvi sunnudagin stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
14 ára gamli Luitjen mátti sunnudagin sættast við remis móti Heiðriki Jacobsen. Líkt var til, at tap var í hendi hjá Luitjeni, men honum eydnaðist at fáa talvið javnt. Høgni vann trygt á Margari Berg.
Hans Kristian Simonsen og Rani Nolsøe útsettu sítt sínamillum talv í fjórða umfari til mikudagin.
Støðan í Landsliðsbólkinum:
1.-2. Høgni Egilstoft Nielsen ST 3½
1.-2. Luitjen A. Apol HT 3½
3 Heðin Gregersen KTF 2½
4 Andrias Danielsen TT 2
5 Hans Kristian Simonsen KT 2
6 Heiðrikur Jacobsen HT 1½
7 Rani Nolsøe KTF ½
8 Margar Berg HT 0
Sjey umfør eru í bólkinum. Telvað verður aftur fríggjadagin og tvey umfør leygardagin. Oddafiskarnir Høgni og Luitjen møtast í síðsta umfari. Spurningurin er, um talvið teirra millum fer at fáa støðu sum verulig FM-finala.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald