Ítróttur

Talv FM: Helgi á odda

...

2018-03-26 09:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya:

Eftir tvey umfør er Helgi Dam Ziska einsamallur á odda í meistaraflokkinum í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Stórmeistarin hevur sum tann einasti vunnið bæði talvini higartil.

Helgi hevur verið ógvuliga sannførandi við svarta fólkinum í báðum fyrstu umførunum. Leygardagin vann hann á ??lavi Simonsen, og sunnudagin á Rógva Mortensen. Í øðrum umfari offraði hann óvæntað finnu frúgvarmegin í einari Samisch-líkari støðu í kongaindiskum, men fekk sera gott spæl og vann í stórum stíli.

Rógvi Egilstoft Nielsen snávaði. Rani Nolsøe lumpaði hann og átti helst at vunnið, men frysti og beyð remis í knappari vend. Rani telvaði varnari enn hann er vanur við hvíta fólkinum, uppstillingin minti eitt sindur um tað, sum í gomlum døgum var kallað fyri toftaindiskt, men tá ið Rógvi fór í kongsálop, var hann tikin á bóli, tí brádliga stóð ein riddari hjá honum ikki til at bjarga. Rógvi kann fegnast um, at hann ikki tapti, og Rani iðra seg um, at hann ikki vann.

Carl Eli Samuelsen vann í drúgvum talvi á Hans Kristiani Simonsen, sum í fyrsta leiki flutti hvíta finnu á a3. Eitt nýtt originalt rock´n´roll riff frá kollfirðinginum. Endamálið var helst at taka Carl Eli á bóli, tí tað er barnalærdómur, at soleiðis flytur tú ikki í fyrsta leiki. Men hvussu er og ikki; Hans Kristian fekk fína støðu, og mundi hava fyrimunin eina løtu. Men Carl Eli er góður kamptelvari og fekk so líðandi vent støðuni til egnan fyrimun.

Í fjórða talvinum millum Sjúrð Thorsteinsson og ??lav Simonsen skakaðist javnvágin ikki, og talvið endaði javnt.

2. umfar ??? landsliðsbólkurin

Rógvi Mortensen ??? Helgi Dam Ziska 0 ??? 1

Sjúrður Thorsteinsson ??? ??lavur Simonsen ½ ??? ½

Hans Kristian Simonsen ??? Carl Eli Samuelsen 0 ??? 1

Rani Nolsøe ??? Rógvi Egilstoft Nielsen ½ ??? ½

Støðan í Landsliðsbólkinum:

Helgi Dam Ziska 2 stig

Rógvi Egilstoft Nielsen 1½

Carl Eli Samuelsen 1½

Rani Nolsøe 1

Sjúrður Thorsteinsson 1

??lavur Simonsen ½

Rógvi Mortensen ½

Hans Kristian Simonsen 0

Kappingin harðnar

Yrkadagarnar fyri páskahalguna verður ikki byrjað at telva fyrr enn klokkan 16:00 á degi. Í triðja umfari verður telvað soleiðis í FM-bólkinum:

3. umfar (mánadagin 26. mars kl. 16:00)

Rógvi Egilstoft Nielsen ??? Rógvi Mortensen

Carl Eli Samuelsen ??? Rani Nolsøe

??lavur Simonsen ??? Hans Kristian Simonsen

Helgi Dam Ziska ??? Sjúrður Thorsteinsson

Í 1. bólki eru tríggir telvarar á odda við 1½ stigi. Teir eru Herluf Hansen og Heiðrikur Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag.

Í almenna bólkinum er Jón Andreasen úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda við tveimum stigum.

Og í unglingabólkinum eru Suni í Horni Nielsen úr Sandavágs Talvfelag og Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar talvfelag fremstir við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini.

Sí støðurnar niðanfyri her:

Støðan eftir umfar 2 - LANDSLIÐSB??LKURIN.

Rk.BNr.NavnLandEloStig TB1  TB2  TB3 
15GMZiska Helgi DamFAI25522,00,01,002
22FMNielsen Rogvi EgilstoftFAI23331,50,00,501
3FMSamuelsen Carl Eli NolsoeFAI22281,50,00,501
41Nolsoe RaniFAI20751,00,01,000
6Thorsteinsson SjurdurFAI21911,00,01,000
64Simonsen OlavurFAI21830,50,00,500
8Mortensen RogviFAI20180,50,00,500
87FMSimonsen Hans KristianFAI21510,00,00,000


Støðan eftir umfar 2 - 1. B??LKUR.

Rk.BNr.NavnLandEloStig TB1  TB2  TB3 
17Skaale JanusFAI19501,50,01,501
24Hansen HerlufFAI20231,50,00,501
38Jacobsen Heidrikur T.FAI18871,50,00,251
43Ziska AndriasFAI19211,00,01,250
6Wiberg IngiFAI17861,00,01,250
62Berg Margar M.FAI18111,00,00,501
71Justinussen Sigurd B.FAI19420,50,00,750
85Hansen Joannes V.FAI18210,00,00,000

Støðan eftir umfar 2 - ALMENNI-B??LKURIN.

Rk.BNr.NavnLandEloStig TB1  TB2  TB3 
15Andreasen Jon S.FAI17152,00,01,50,0
26Hojgaard BrandurFAI17041,50,02,00,0
12Hansen Johan E.FAI15911,50,02,00,0
42Mikkelsen JonFAI17671,50,01,50,0
10Olsen KajFAI16551,50,01,50,0
63Debes IngolfFAI17481,00,02,50,0
9Nielsen Jon I HorniFAI16831,00,02,50,0
811Gaard Jaspur T.FAI16461,00,02,50,0
15Funningstovu Brandur H.FAI01,00,02,50,0
107Joensen Jogvan MartinFAI16941,00,01,50,0
114Fjallheim Leif ReinertFAI17370,50,02,50,0
13Johannesen BardurFAI14640,50,02,50,0
1314Christiansen RagnarFAI13990,50,02,00,0
141Naes JogvanFAI17940,50,02,00,0
8Joensen GunnarFAI16930,50,02,00,0


Støðan eftir umfar 2 - UNGLINGAB??LKURIN.

Rk.BNr.NavnLandEloStig TB1  TB2  TB3 
12Nielsen Suni I HorniFAI14672,00,01,00,0
23Morkore RogviFAI13672,00,00,50,0
34Tummasarson Flovin M.FAI13031,50,02,50,0
45Fjallheim Benjamin ReinertFAI12931,50,02,00,0
51Apol Luitjen AkselssonFAI17151,50,01,50,0
66Jacobsen MarkusFAI11011,00,03,00,0
77Petersen EliasFAI10521,00,02,50,0
814Staksberg Luca EydunFAI01,00,02,50,0
911Joensen Josef BergFAI01,00,01,50,0
1012Jonsson TeiturFAI01,00,01,00,0
13Mikkelsen OliFAI01,00,01,00,0
129Dam Leon KristianFAI00,00,03,00,0
10Foged Janus FerjaFAI00,00,03,00,0
148Brianson Annfinn EliasFAI00,00,02,50,0

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder