Ítróttur

Talv: Finaludystur hjá Føroyum

...

2021-12-01 13:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Avgerandi dysturin í smálandakappingini fyri landslið í talvi suðuri á Malta verður seinnapartin millum Føroyar og Monako.

 
Hesi liðini hava sum tey einastu vunnið allar fimm dystirnar í kappingini. 
 
Fyrrapartin vunnu Føroyar 3½-½ á Malta í fimta umfari. Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol vunnu, og Helgi Dam Ziska telvaði remis á 1. borði.

Round 5 on 2021/12/01 at 09:00
Bo.3
 
  Malta
Rtg???10
 
  Faroe Islands
Rtg½ :3½
1.1CM
 
Darmanin, Jake
2106???GM
 
Ziska, Helgi Dam
2541½ ??? ½
1.2CM
 
Pace, Colin
2141???FM
 
Nielsen, Høgni Egilstoft
23860 ??? 1
1.3CM
 
Vella, Duncan
1981???IM
 
Rødgaard, John
23170 ??? 1
1.4 
 
Sammut Briffa, Peter
1937??? 
 
Apol, Luitjen Akselsson
21110 ??? 1

Hini úrslitini í fimta umfari:
 
Jersey-Monako 1-3
Guernsey-Andorra 0-4
Luksemburg-Kyprós 1½-2½
Kvinnuúrvalslið ??? Liktinstein ½-2½ (eitt talv er ikki liðugt)
 
Topp-3:
1. Føroyar 10 dystarstig (16½ borðstig)
2. Monako 10 dystarstig (16 borðstig)
3. Kyprós 9 dystarstig (14½ borðstig)
 
 
Monako og Føroyar
 
Á liðnum hjá Monako eru tveir stórmeistarar.  Bagheri og Efimov. Hvørgin er úr Monako. Bagheri er ættaður úr Iran, og er annar stórmeistarin haðani. Efimov hevur í fleiri ár umboðað Monako. 
 
Føroyar hava sammettar við Monako hægri styrkital á trimum av fremstu fýra borðunum. Á øðrum borði stendur á jøvnum í rating. Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið flúgvandi higartil, og hevur sum tann einasti av øllum í kappingini fult stigatal eftir fimm umfør. Hann telvar eisini fyri sínum triðja og síðsta normi til heitið sum altjóða talvmeistari. Vert er eisini at gáa eftir góða úrslitinum hjá einans 15 ára gamla Luitjen A. Apol.
 
Vit rokna við, at bæði liðini seta sínar topp-4 manningar til dystin, sum byrjar seinnapartin. Her eru hagtølini fyri toppliðini:

 8. Monaco (RtgAvg:2248 / TB1: 8 / TB2: 13) Captain: Rapaire Jean-Michel
Bo. NameRtgFEDFideIDPts.Games
1GMBagheri Amir2350MNC125002833,54,0
2GMEfimov Igor2386MNC8064043,54,0
3WGMDornbusch Tatiana2239MNC141074493,04,0
4FMVan Hoolandt Patrick2017MNC2009993,54,0
5 Rapaire Jean-Michel1739MNC54000232,54,0
10. Faroe Islands (RtgAvg:2339 / TB1: 8 / TB2: 13) Captain: Rødgaard John
Bo. NameRtgFEDFideIDPts.Games
1GMZiska Helgi Dam2541FAI72005954,05,0
2FMNielsen Høgni Egilstoft2386FAI72004045,05,0
3IMRødgaard John2317FAI72000132,53,0
4 Apol Luitjen Akselsson2111FAI72024664,55,0
5 Nielsen Jón í Horni1876FAI72021050,52,0
dav

Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fyrireika seg til ???finaludystin??? móti Monako seinnapartin. Føroyar vunnu í morgun 3½-½ á vertunum Malta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder