Ítróttur

Talv: Tríggir telvarar úr Sandavágs Talvfelag við til NM komandi ár

...

2020-11-29 23:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NM úttøka!

Í dag hevur finalan í NM úttøkukappingini fyri børn og ung verið í Klaksvík. Vit vóru umboðaði við 4 telvararum í E bólkinum og 1 í B bólkinum. Tá ið bert 2 telvarar kunnu umboða Føroyar í hvørjum bólki, so er greitt at tað mátti vera ein hørð innanhýsis kapping ímillum okkara telvarar.

 
Tað vóru fleiri góð og spennandi talv telvað og kappingin um NM plássini helt á helt til síðsta leik. Áðrenn seinasta umfar kundu allir 4 telvaranir úr ST, í E-bólkinum, framvegis vinna sær NM luttøku. Hetta boðar frá góðum frameftir og miðvís venjing gevur úrslit.

 
Vit í Sandavágs Talvfelag kunnu fegnast um, at vit fingu 3 telvarar við til NM komandi ár.

 
Jón í Horni Nielsen vann B bólkin og umboðar Føroyar til NM og í E-bólkinum vann Emil Jamil Jacobsen fyrsta NM plássi, ímeðan Lukas Páll Wiberg vann seinna NM plássi.

 
Vit ynskja teimum trimum eitt stórt til lukku og fylgja spent við venjingargongdini.

Kelda: Sandavágs Talvfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder