2018-06-03 10:19
FSF: Jákup ??sá: HB hevur ikki sett stig til móti nøkrum botn 7 liði. Seinastu 12 dystirnir eru vunnir, har bara tvey mál eru farin ígjøgnum. Einki botn 5 lið hevur skorað móti HB í ár. 07 Vestur vann seinast móti einum skerdum Skála liði á heimavølli og hóast økt sjálvsálit vænti eg ikki, at 07 Vestur ger nakað sum helst við HB. Til tað er munurin á liðnum alt ov stórur. HB hevur uppskriftina til at vinna teir sonevndu ''løttu'' dystirnar. Í HB eru nógvir leikarar í sínum besta formi antin nakrantíð ella í fleiri ár. Tað verður neyvan spenningur í Gundadali. 3-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald