Ítróttur

Tað var hátíðarligt í MBF húsinum í gjár

...

2018-03-10 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Parasport Føroyar:

Tað var hátíðarligt í MBF húsinum í gjár, tá Parasport skipaði fyri móttøku í samband við at Jón á Steig og Johann Samuelsen hava valt at takka fyri seg í nevndini.

Formaðurin, Egga Jensen, helt røðu, har hann leit afturá seinastu 38 árini við paraítrótti, og upplivingar og avbjóðingar teir tríggir høvdu havt.
Aðrir røðarar vóru m.a. Tóra við Keldu, ið kundi greiða frá hønn týdning ítrótturin hevði havt fyri hana, og óiva fleiri onnur ítróttarfólk ið bera brek.
Eisini borgarstjórin Annika Olsen, fyrrverandi ÍSF forsetin Heðin Mortensen, núverandi forsetin Elin Heðinsdóttir, og Johan Samuelsen sjálvur, hugleiddu um hetta tíðarskeiði ið nú fekk ein enda.
Á hátíðarløtuni fingu Jón og Johan handað skreytblað ið staðfestur teirra støðu sum heiðurslimir í Parasport Føroyar.
Vit ynskja Jón og Johan alt tað besta nú teir hava takkað fyri seg, og takka fyri alt tað teir hava gjørt fyri paraítróttin í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder