Ítróttur

Tað er mangur leikur í longum talvi

...

2020-05-25 07:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var spenningur og dramatikkur við lít, tá landskappingin í talvi endaði í gjár. Vanliga verður seinasta umfarið avgreitt sum stórt felagsumfar, men Korona-støðan bar í sær, at vent var aftur til vanligu mannagongdina, at heimaliðini skipaðu fyri sínum dystum.

Mesti spenningurin var á Giljanesi, har oddaliðini í 1. deild brustu saman í rættari FM-finalu. Havnarmenn tóku øll á bóli við einum knúsandi stórsigri á meistaraliðnum í Vágum. 3½-½ sigurin bar í sær, at steypið endaði aftur í Havn.
Havnarliðið tóktist væl fyrireikað. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevði havt allan leikhópin saman í vikuni, og har var løgd ein greið dystarætlan niður í smálutir fyri hvørt borð. Í samráð við hinar var avrátt, at hin einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol skuldi fáa uppgávuna at telva við svarta fólkinum móti toppskjúttanum hjá vágamonnum, Torkil Nielsen, á 4. borði. Ungi evnaríki telvarin lønti hinum álitið aftur við at vinna ógvuliga sannførandi, og geva útiliðnum eina flúgvandi byrjan í dystinum.
Til endans lá alt á herðunum á fleirfalda føroyameistaranum Martin Poulsen á 2. borði. Hóast hann hevði yvirav sær mótstøðumenn við hægri styrkitali, var hann kortini ósvikaligur tryggur og koppaði á øðrum sinni í landskappingini í vetur favorittinum Rógva Egilstoft Nielsen, og so var alt liðugt. Tá hevði Olaf Berg eisini vunnið á 3. borði, og Helgi Dam Ziska tikið remis á 1. borði móti Høgna Egilstoft Nielsen.
Havnarliðið er ósigrað í kappingini í vetur. Teir vunnu sjey dystir og spældu tríggjar javnar. Tað er hugvekjandi, at báðir dystirnir móti øðrum liði hjá Havnini endaðu javnir. Telvararnir á øðrum liði vóru tí um reppið at forkoma felagnum meistaraheitið. Hugvekjandi er tað eisini, at báðir toppdystirnir millum Havnina og Sandavág endaðu við stórsigri 3½-½ til føroyameistararnar.
Í hinum endanum í deildini var annar lykladystur. Kollfirðingar og vestmenningar telvaðu sínamillum um hvat av teimum liðunum fór at varðveita sætið í deildini. Dysturin endaði 2-2, og tað rakk hjá kollfirðingum. Vestmenningar gjørdust júst ov stuttir. Hitt einaferð so stolta talvfelagið í Vestmanna noyðist tí tungu gongdina niður í 2. deild eftir einans eitt ár í fremstu deildini.

 
FM-finaludysturin er í gongd á Giljanesi. Havnarmenn høgrumegin, vágamenn vinstrumegin. Fremru borðini eru ovast í myndini. Fremst sæst Torkil Nielsen í djúpum tonkum á 4. borði. 14 ára gamli mótstøðumaðurin Luitjen Akselsson Apol sæst hugsunarsamur á gólvinum aftanfyri lærumeistaran á 1. borði. Mynd:jn.fo

 

Til endans sótu Martin Poulsen og Rógvi Egilstoft Nielsen eftir við tí avgerandi talvinum. Mynd:jn.fo

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild vóru hesir:

SandavágurRat???HavninRat½ :3½
FM
Nielsen, Hogni Egilstoft
2413???GM
Ziska, Helgi Dam
2533½ ??? ½
FM
Nielsen, Rogvi Egilstoft
2382???FM
Poulsen, Martin
22660 ??? 1
Eydsteinsson, Silas
2040???FM
Berg, Olaf
22250 ??? 1
Nielsen, Torkil
2145???
Apol, Luitjen Akselsson
21290 ??? 1
KlaksvíkRat???Havnin 2Rat2 : 2
Rasmussen, Steintor
2075???
Mortensen, Rogvi
2034½ ??? ½
Nolsoe, Rani
2057???
Merkistein, Suni
1897½ ??? ½
Petersen, Terji
1988???
Berg, Margar M.
18590 ??? 1
Gaard, Ingolf
1921???
Gaard, Jaspur T.
16701 ??? 0
KollafjørðurRat???VestmannaRat2 : 2
FM
Simonsen, Hans Kristian
2180???
Andreasen, Jakup A.R.
1986½ ??? ½
Jacobsen, Heidrikur T.
1868???
Hojgaard, Samson
1969½ ??? ½
Thomsen, Bernhard
2012???
Brekka, Martin
20490 ??? 1
Joensen, Hanus
1807???
Olsen, Alfred
17991 ??? 0

Og her sæst talvan við øllum dystarúrslitunum og endaligu støðuni í 1. deild:
Rk.Hold1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6bTB1TB2TB3
1Havnin**22244330,0170
2Sandavágur½½**423434428,5150
3Klaksvík202**3223322,0120
4Havnin 2221½12**317,070
5Kollafjørður0001211**2211,550
6Vestmanna½100½122**11,040
??rtøkan hjá telvarunum á vinnandi liði Havnar Telvingarfelags í ár er hendan:
Helgi Dam Ziska 7/8
Martin Poulsen 5/6
Olaf Berg 4½/6
Luitjen Akselsson Apol 6/8
Sjúrður Thorsteinsson 4/6
Carl Eli Samuelsen 1/2
Rógvi Mortensen 0/1
Leif Reinert Fjallheim 1½/2
Andrias Ziska 1/1
HT og ST
Í samfull tíggju ár hevur kappingin um meistaraheitið í landskappingini í talvi staðið millum Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag. Sigursrøðin er hendan:
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
FM-heitið í ár er hitt 24 hjá aldursforsetanum í føroyskari telving. Havnar Telvingarfelag var stovnað í 1923, og gongur tí móti teimum hundrað árunum. Landskappingin í talvi byrjaði í 1971. Býtið av FM-sigrum í fremstu deildini er hetta:
HT (Havnar Telvingarfelag) 24
KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 8
ST (Sandavágs Talvfelag) 6
VT (Vestmanna Talvfelag) 6
KT (Kollafjarðar Talvfelag) 4
TT (Tofta Talvfelag) 1
TFS (Talvfelagið Streymur) 1
Klaksvík vann hinar deildirnar
Klaksvíkar Talvfelag gjørdi bart og vann bæði 2.- og 3. deild í ár. Tað vísir breiddina hjá felagnum. Tað tykist, sum hevur felagið ikki av álvara fótað sær aftur sum tað topplið, tað í nógv ár var, síðan felagsins aðalstuðul í mong ár, Heini Olsen, doyði fyri júst tíggju árum síðani.
Klaksvíkar Talvfelag vann sítt higartil síðsta meistaraheiti í 2010, men hevur endað á nærum hvørjum ári síðani sum nummar trý í fremstu deildini ??? aftanfyri kappingarneytarnar Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Men breiddin svitast framvegis ikki. Og tað tekst ikki frá klaksvíkingum, at teir eiga fleiri javntgóðar telvarar enn flest øll onnur feløg.
Í ár vóru klaksvíkingar í flokki fyri seg í 2. deild og tryggjaðu sær spælandi sætið í 1. deild komandi kappingarár við einum liði aftrat. Og hartil eydnaðist eisini felagnum at strúka avstað við sigrinum í 3.deild við. Tað kom til endans at standa á jøvnum millum klaksvíkingar og toftamenn, men eftir regluni um mótstøðustig vunnu klaksvíkingar fínteljingina.
2. deild 10. umfar
Gøta-Klaksvík 2-2
Kollafjørður-Havnin 2½-1½
Sandavágur-Runavík 1½-2½
Endaliga støðan í 2. deild
Klaksvík 28 stig
Havnin 23
Kollafjørður 20½
Runavík 18
Sandavágur 17
Gøta 13½
Fegnir klaksvíkingar ??? bestir í bæði 2.- og 3. deild.
3. deild
Síðsta umfar
Toftir-Kollafjørður 3-1
Havnin-Klaksvík ½-3½
Vestmanna-Rókur 2½-1½
Sandavágur-Runavík 3½-½
Kollafjørður-Havnin B ½-3½
Endaliga støðan í 3. deild
Klaksvík 31 stig
Toftir 31 stig
Sandavágur 231
Kollafjørður 22½
Havnin 21½
Rókur 20½
Sandavágur B 18
Vestmanna 15½
Runavík 15
Kollafjørður B 12½
Havnin B 8

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder