Í tíðindamiðlunum og teimum sosialu miðlunum verður í løtuni dúgliga róð fram undir, at samgongan er í tvíningum í spurninginum um kvotur mótvegis fiskidøgum. Roynt verður at geva ta fatan, at Tjóðveldisflokkurin stendur einsamallur aftanfyri orðingarnar um hetta í lógini um sjófeingi, sum øllum kunnugt ER samtykt.
Ein arbeiðsbólkur undir Fiskimálaráðnum arbeiðir í løtuni við at snikka til umsitingarætlanir og viðger eisini spurningin um kvotur og fiskidagar, tá tað um botnfiskiskapin ræður.
Fyrr enn tað arbeiðið er liðugt, er ov tíðliga at leypa á leistum og annaðhvørt kolldøma ella lovprísa øðrum ella hinum.
Men eg skal vera tann fyrsti at ásanna, at tíðin knappast.
Annars umrøddi eg hesi viðurskiftini í míni seinnu røðu í sambandi við frágreiðingina hjá fiskimálaráðharranum um støðuna í fyrisitingini av okkara sjófeingi. Hetta var í Løgtinginum týsdagin, og røðan er her:
Harra formaður
Tá ongi argument eru, so ber altíð til at royna at seta kílar í samgonguna. Og tað er tað, sum andstøðan nú roynir av øllum alvi. Vit hoyra áhaldandi, at ???tað er bara Tjóðveldi, sum tekur undir við fiskivinnunýskipanini??? og ???fiskivinnunýskipanin fær lemjandi atfinningar frá samgongulimum???. Hetta verður so júkað upp í saman.
Men so er ikki. Lógin um fyrisiting av sjófeingi varð samtykt 12. desember í fjør við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
Og tað, at spurningar verða settir í dag, og at fleiri tinglimir ??? eisini samgongulimir ??? peika á viðurskifti, sum kanska ikki virka júst eftir ætlan, tað er akkurát tað, sum hetta orðaskiftið er roknað til. Tað er millum annað tí, at vit hava sett í lógina, at landsstýrismaðurin einaferð um árið skal koma í Løgtingið við einari frágreiðing um gongdina.
Og tað eru ting, sum treingja til ábøtur. Tað eru lýti. Tað eru tættir, sum vit mugu endurskoða og framhaldandi mugu kjakast um.
Um tað ikki var so, so var ikki talan um eina dynamiska skipan.
Annars hevði tað kanska verið eitt hugskot at fari og hugt eitt sindur í Løgtingstíðindi og kanna, hvussu ofta í hvørjari tingsetu gamla ???lógin um vinnuligan fiskiskap??? varð broytt.
Tað kann eg mæla teimum til at gera, sum undrast mest á, at eisini samgongan heldur, at okkurt í lóggávuni skal upp at venda av og á.
Sjálvur ivist eg eisini í ávísum ásetingum. Eg ivist tó als ikki í, um eg enn taki undir við lógini um fyrisiting av sjófeingi. Tí tað geri eg, og eg havi heldur ongi ultimativ krøv um broytingar. Men víst eru ásetingar, sum eftir at hava tugt tær nokkso leingi, kanska smakka eitt sindur øðrvísi nú, enn tær gjørdu at byrja við.
Taka vit til dømis kvoturnar. Orsøkin til, at lógin um fyrisiting av sjófeingi ásetir eitt skifti frá fiskidøgum til kvotur, er, at vit hava hildið, at kvotur er besta veiðiavmarkingin at brúka í sambandi við umsitingarætlan og veiðireglur, sum verða høvuðsamboðið at tryggja burðardygga veiðu.
Umsitingarætlan og veiðiregla skulu tryggja optimalt fiskarí í mun til burðardygd. Við tí skal bera til at áseta, hvussu nógv tons, vit hvørt ár kunnu taka úr ymisku fiskastovnunum og samstundis tryggja, at teir áhaldandi kunnu endurnýggja seg.
Tað er tí málinum, vit skulu røkka. Og tá er tað í veruleikanum líkamikið, um veiðan verður avmarkað við fiskidøgum ella kvotum.
Tí kann Tjóðveldi enn sagtans viðgera spurningin, hvørt tað er rætt at áseta kvotur ella ikki.
Eg skilji atfinningarnar, og eg kenni eisini vandan. Men eg veit ikki, um eg eri sannførdur um, at fiskidagarnir eru tað stóra vælsignilsið samanborið við kvotur.
Í øllum førum er tað so, at kolldømingin av kvotuskipanini útilokandi byggir á misálit á tey, ið fáast við fiskiskap. Uppáhaldið er, at við eini kvotuskipan fara tey at blaka fisk fyri borð, svika við tølum og annað ringt.
Eg ivist í fyrsta lagi í, um skiparar og reiðarar veruliga ERU so óerligir og svikafullir, sum hetta misálitið leggur upp til. Og í øðrum lagi vildi eg mett, at við einum góðum og herdum eftirliti, vórðu tað ikki so nógvir, sum fullu í freistingar.
Men hinvegin. Kann onkur sannføra meg um, at tað ber til at hava álítandi umsitingarætlanir við fiskidøgum sum reguleringsamboði, og uttan at tað skeiklar allar hinar tættirnar í fiskivinnunýskipanini, so fari eg ikki at tvíhalda um kvotur.
Men tað kjakið verður tikið í næstum, tá umsitingarætlanin skal viðgerast.
Og tað eru nógvir aðrir tættir, sum skulu fáast upp á pláss, tí tað tekur tíð at seta allar fyriskipanir í verk, sum hoyra einum so umfatandi og rúgvismiklum lógarkompleksi til. Millum annað, sum kanska serliga Bjarni Hammer hevur verið inni á, skal nógv gerast afturat fyri at røkka okkara gyltu málum um virðisøking og virksemisskapan um alt landið ??? og ikki minni í økjum, har arbeiðsloysi og niðurgongd er.
Týdningarmikla lógin um veiðigjald skal eisini gerast og fáast at virka, áðrenn vit kunnu siga, at vit hava eina nøkulunda heila fiskivinnunýskipan.
Og harra formaður, mær vitandi er ikki tann minsta ósemjan í samgonguni um hesi tingini, sum eg her havi nevnt.
Tí hevði tað frøtt meg, um um mest seriøsu partarnir av andstøðuni komu upp í arbeiðið at gera arbeiðið liðugt, heldur enn at lata sum um, at tað ikki fer at bera á mál. Tí tað fer tað, við ella uttan andstøðu.
Takk fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald