2018-08-20 21:37
Í kvøld vóru vit fimm, sum svumu frá lendingini á Velbastað og út í Hest. Vit løgdu frá landi kl. 19:47, tá uml. ein tími var eftir av eystfallinum. Uml. 53 min seinni høvdu vit svomið teir 3,2 km, og stóðu á landi úti í Hesti, har Ansgar tók hjartaliga ímóti.
Takk til skiparar og manning á báðum fylgibátunum og streymkøn. (Jóannes Eidesgaard,Eyðun Húsgarð, Hr. Zachariassen, Trónd Lyngvej) - tað skrivar Erling Eidesgaard á Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald