Ítróttur

Svøríki er í finaluni - vunnu á Danmark eftir umdyst

...

2018-01-26 21:25 Author image
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani endaði semifinalan millum Danmark og Svøríki. Svøríki legði seg beinavegin á odda, og hálvleiksstøðan var 14-16 til Sviar. Svøríki hevði eina leiðslu uppá 5 mál einafer í seinna hálvleiki. Tá ið 2 minuttir vóru eftir av dystinum var støðan 25-28 til Svøríki. Danmark gjørdi eitt megnar come-back, og kláraðu at fáa javnleik 28-28. So var neyðugt við umdysti tvær ferðir 5 minuttir. Tá ið 70 minuttir vóru farnir var ein vinnari funnin, Svøríki vann dystin 34-35.

Serliga var tað málverjin hjá Svøríki, sum stóð ein góðan dyst. Donsku málverjarnir tóku ikki nógv.

Svøríki og Spania møtast í finaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder