Svimjisamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Runavíkar kommunu, um at flyta skrivstovu oggoymslu til Runavíkar, nú flytast skal úr ÍSF-húsinum í Havn.
Nýggi heimstaður SSF verður í bygninginum har Visit Runavík longu húsast, á Heiðavegi 13 íSaltangará, mitt í býnum og nær bæði ítróttarøki og tunnilsmunna.
Vit í svimjisambandinum eru sjálvsagt sera fegin um hesa loysn sum Runavíkar kommuna bjóðarokkum, nú ÍSF-húsið er selt og verður tikið niður.
Hølini í Saltangará eru sera væl egnað til okkara tørv, og liggja væl fyri í mun til okkara núverandivirksemi, har til dømis trý av okkara seks virknu feløgum eru búsitandi í Eysturoy.
Tað er stutt til Havnar, nú tunnilin kemur, og vónandi verður tað skjótt eisini heilt stutt til stásiligasvimjihøll, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja við Løkin.
Eftir ætlan byrja vit at flyta longu fríggjadagin, við tað at vit eru biðin um at vera úti úr ÍSF-húsinumnú leygardagin hin 10. oktober kl 12:00, sigur Svimjisamband Føroya í skrivi í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald