Ítróttur

Sverri til OL í Tokyo

...

2021-07-28 07:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um so er, at okkara stóra hetja SVERRI kemur í OL-finaluna, er ætlanin í samráð við Vága kommunu at vísa finaluna á stórskíggja.

Finalan verður 30. juli umleið kl. 02:00.
Stórskíggin verður tendraður 29. juli kl. 23:00. Fyrivarni verður tikið fyri, at tíðirnar kunnu broytast.
Um viðrar er ætlanin at vísa á lørift uttanfyri bygdarhúsið móti vøllinum. Um veðrið ikki er til vildar, er møguleiki at fara inn í bygdarhúsið.
Stuttligt hevði verið, um nógv fólk komu á vøllin at fylgja við. Hetta er uttan iva longu nú størsta ítróttarhending, sum nøkrum føroyingi hevur verið fyri. Tí er tað uppá sítt pláss, at tað verður gjørt nógv burturúr her, ið Sverri er uppvaksin.
MR skipar fyri sølu av breyði, kaffi og te v.m.

Skrivar Sjúrður Poulsen í bólkinum Vit í Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder