2021-04-11 09:19
Evropameistarin í eiskullara í rógving - Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen - endaði í gjár nr. tvey í hálvfinaluni, hann róði ímóti Oliver Zeidler úr Týsklandi, Sverri skal í dag verja EM-heitið.
Finaluumfarið verður í dag kl. 14.05 - KOYR Á SVERRI.
EM-finalan kann síggja beinleiðis á heimsíðuni hjá altjóða róðrarsambandinumThe World Rowing Federation.
Bergur Robert Dam Jensen skrivar á Facebook:
EM Finaludagurin
Góðar umstøður her í morgun, nú Dr1 sendir beinleiðis frá øllum finaluróðrunum í EM kappingini.
Eg vil líka skoyta uppí:
Sverri eri einasti íðkarin ið hevur nátt A finalunum hjá Team Danmark. Allir danskir miðlar skriva nógv um kappingina í Varese í Italia. Stóra yvirskriftin er at ???færøske wattmonstret holder live i dansk medaljehåb???. Danir viðurkenna alment føroyska virði.
Tað er ilt at fáa eyga á hetta í føroysku miðlunum. Tú finnur okkurt smávegis um tú veist at tú leitar eftir júst hesum tíðindum.
Tað er onki at siga til, at nógv spyrja og skriva privat til mín hvar hetta er og hvar man kann fylgja við. Hetta er stuttligt og avgreiði eg hetta fegin, so gott eg kann. Hetta er tó paradoksalt, at teir vanligu føroysku miðlarnir ikki vísa hesi stórhending størri ans.
Tá hetta er sagt, so er spenningurin í hæddini, nú um góðan tíma, Sverri skal royna at verja EM heitið.
KOM SO SVERRI
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald