Ítróttur

Sverri S. Nielsen er ÁRSINS ÍTR??TTANAVN

...

2019-12-28 22:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

ÁRSINNS ÍTR??TTANAVN 2019 gjørdist Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági.

Grundgeving:

Hvør helt ikki ondini, tá ið Sverri kom á mál í HM-finaluni í einmansróðri í august, bert tríggjar hundraðpartar frá fyrsta plássinum. Umframt HM-silvur, hevur Sverri eisini vunnið tvey gullheiðursmerki á World Cup-stevnum fyrr í ár. Sverri er tí at rokna millum heimsins allarbestu rógvarar, og hann hevur samstundis tryggjað sær luttøku til OL í Tokyo komandi summar.

Aftaná takkaði Sverri fyri, hann segði m.a. at hóast hann rør í donskum báti, so følir hann tað sum hann eisini rør fyri Føroyar.

ÁRSINS ÍTR??TTASAMBAND er Taekwondofelagið.

Eydnudeild Føroya er ársins átak.

Høgni Kunoy Dávason varð heiðraður fyri sítt megnar arbeiði.

ÁRSINS ÍTR??TTASTJ??RNUSKOT er hondbóltsleikarin Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Súsanna K. Hansen úr Kyndli fekk Heiðursskjal Poul E. Petersen´s.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder