2021-07-29 06:23
Sí eisini: Sverri: Eg havi altíð vilja verið tann besti
Klokkan 03:10 føroyska tíð í nátt settist Sverri S. Nielsen við árarnar í hálvfinaluni til OL í Tokyo.
Sverri bleiv nummar tvey í hálvfinaluni. Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi vann heldur óvæntað hálvfinaluna. Hann vann við 2,39 sek.
Tað var russarin Alexander Vyazovkin sum fekk seinasta plássið úr hálvfinaluna til A-finaluna.
HM vinnarin - Oliver Zeidler - frá 2019, sum eisini var ein av favorittinum at vinna OL kom á mál sum nummar 4, og sleppir tí ikki at rógva A-finaluna.
Sverri byrjaði illa í nátt, og var hann nummar fimm eftir 500 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald