Ítróttur

Svenn er nýggjur høvuðsungdómsvenjari

...

2018-02-22 08:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07Vestur: 07 Vestur styrkir enn meira um ungdómsarbeiðið, nú Svenn Olsen úr Gøtu tekur við sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum, og gerst annar ungdómsvenjarin í fulltíðarstarvi. Við hesum stigið undirstrikar 07 Vestur sítt framsøkni ungdómsarbeiðinum.


Høvuðsungdómsvenjarastarvið umfatar venjing av yngru leikarunum, umframt yvirskipaðu leiðsluna av venjingini í ungdóms- og barnadeildini og stuðul og vegleiðing til venjarar, liðleiðarar og foreldur, ið eisini eru knýtt at ymisku aldursbólkunum.

Afturat sær hevur Svenn, Jens Erik Rasmussen, í fulltíðarstarvi hjá yngru deildunum. Fleiri aðrir venjarar eru eisini knýttir at ungdómsdeildini, flest allir teirra við venjaraútbúgvingum, styttri og longri.

Svenn, sum hevur A-prógv sum venjari, kemur úr Víkingi, har hann hevur starvast í áravís sum venjari og vegleiðari hjá ungum og vaksnum leikarum. Svenn hevur eisini starvast sum leiðbeinari og ungdómslandsliðsvenjari hjá Fótbóltssambandinum.

Sambært hagtølum hjá FSF, er 07 Vestur felagið í landinum við hægst tali av íðkandi í mun til fólkatalið. Og, við út við 30 liðum í yngru deildunum, er 07 Vestur ímillum feløgini í landinum við størst tali av leikarum. Umleið 300 børn leika í barna- og ungdómsdeildini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder