Vinna

Svartkjaftaskipini royna einans 30 fj. úr Akrabergi

...

2014-05-06 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Svartkjaftaskipini eru nú komin heilt norður ímóti Akrabergi, tey sum eru nærmast royna einans einar 30 fj. í útsynning úr Akrabergi, har eru nógv skip, føroysk, íslendsk og russisk.

Í dag landar Finur Fríði í Fuglafirði og seinni skal Jupiter landa, Jupiter bíðar eftir landingartørni til Finnur Fríði er liðugur. Í gjár landaði Christian í Grótinum á Fuglafirði, Christian í Grótinum er í morgun ávegis á fiskileið.

Á Havsbrún fáa teir so nógvan svartkjaft, at teir hava sagt fleiri lastir frá sær, bæði frá føroyskum og íslendskum skipum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder