Í farnu viku høvdu svartkjaftaskipini smáligan fiskiskap, tó vignaðist hjá onkrum. Áhaldandi høgættin hevur ávirkað fiskiskapin - sum nú er minkaður niður í einki.
Men hóast tað, so eru eini 20 skip á feltinum vestur úr Suðuroy, har eru føroysk, íslendsk og russisk skip.
Jupiter kom á Fuglafjørð í nátt við 2.500 tonsum, sum teir fiskaðu tætt vestur úr Suðuroy.
Norðborg er komin í Ánirnar í nátt, Norðborg royndi á Bill Bayley Bank, men har minkaði fiskiskapurin niður í einki fyrr í vikuni, teir gjørdu tí eitt rend norður á Ryggin og hava leitað norðanfyri og eystanfyri, men har var ikki tað stóra at síggja.
Svartkjaftafiskiskapurin plagar at taka seg upp aftur á Rygginum og plagar tá at halda á til ½ juni, so vónirnar at fáa nøkur tons afturat eru enn til staðar, hóast smáligan fiskiskap í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald