2021-08-22 15:35
Sum tað vildi seg, gjørdist FM Í vegasúkkling ein ordans avbjóðing. Skálavíkar Kommuna skipaði karmar um eina framúr góða kapping. Hóast nógvi vindurin kundi havt tarnað kappingini, var so góð hond tikin um trygdina, at tað spældist væl av.
Vinnararar av FM 2021 gjørdust hjá kvinnum (69km)Tórvør ??sterø Vang, Fjallasúkklufelagið, og hjá monnum (102km) Helgi Winther Olsen, Fjallasúkklufelagið.
Latin vóru nýggj flott ferðasteyp frá Føroya Grótvirki.
SST fer at takka Skálavíkar Kommunu við hjálparum fyri vælvild og hjálp, Café Mølin fyri innivist og ómetaliga góða tænastu og sjálvandi øllum súkklarum fyri at súkkla og sermerkja dagin. Einki hevði verið uttan tykkum øll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald