Ítróttur

Styrkisambandið fyrireikar seg til Føroyaleikirnar

...

2021-05-29 10:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Styrkisamband, FSS fyrireikar seg í løtuni til at luttaka á Føroyaleikunum, sum verða hildnir 8-11. juli.

Styrkisambandið umboðar fýra ymiskar greinar: Olympisk vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyft og tvørmegi. Styrkikappingarnar verða í miðbýnum í Tórshavn.

Styrkisambandið arbeiðir fyri at fremja íðkanina av nevndu fýra greinum, og nú ið styrkivenjing er vorðin partur av flest øllum ítróttargreinum, sær sambandið nógvar møguleikar fyri samstarvi fyri framman.

Føroyaleikirnir verða hildnir ístaðin fyri Oyggjaleikirnar, ið eru avlýstir orsakað av korona. ÍSF ætlar frameftir at hava nýggju leikirnar annaðhvørt ár - árið, ið Oyggjaleikir ikki eru.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder