2020-11-07 20:22
Manshondbóltur hevur ikki verið í Vágum í fleiri ár, men í ár hevur SÍF aftir meldað manslið til, teir spæla í 2 deild, Fyrsta dystin í ár leiktu teir í kvøld í Høllini á Giljanesi, mótstøðuliðið var StÍF, sum var mannað við spælarum, sum hava spælt á høgum stigið í StÍF, men nú hava trappað niður.
Tað gekk javnt á í fyrra hálvleiki, óroyndu SÍF-leikararnir vóru varnir og fingu bert 3 mál í fyrra hálvleiki, hálvleiksstøðan var 3-8 til strandingar.
Men í seinna hálvleiki royndust ungu SÍF leikararnir væl, teir vunnu seinna hálvleik 13-9, soleiðis at strandingar vunnu dystin samanlagt 16-17.
Stuttligt at síggja ungu SÍF-leikararnar, sum í løtum vístu heilt gott hondbóltspæl, um teir halda á, so kunnu teir fáa nógv burtur úr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald