Tað sær út til at hugurin til, at ferðast umvegis Vága Floghavn aftur fer at seta met í ár. 21.753 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í maj í ár, og er hetta ein vøkstur uppá 8,5 % Higartil í ár hava 84.860 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn í ár í mun til 81.326 somu tíð síðsta ár.
Vøkstur á øllum trimum ferðamálunum
Tað sær út til at vera vøkstur á øllum teimum føstu leiðunum hjá Atlantic Airways uttan til og frá Íslandi. Har sær út til at eftirspurningurin er á leið tann sami sum í 2013.
???Vága Floghavn fegnast um at vøksturin heldur áfram. Um góðar tvær vikur lata vit upp nýggja farstøð, og tað kann bara staðfestast at nýggju umstøðurnar eru hart tiltrongdar, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn
???Vit sum starvast her á staðnum uppliva nú javnan at gamla farstøðin er ov lítil og umstøðurnar sum vit bjóða ferðafólkum ikki eru nóg góðar. Komandi dagarnar kemur bilferðslan til og frá sjálvari farstøðini at verða eitt sindur órógva, men vónandi kunnu ferðafólkini bera yvir við okkum tí viðvíkjandi???, sigur stjórin at enda.
Byggingin gongur væl
Annars verður sagt frá flogvøllinum at byggingin av nýggju farstøðini og tænastubygningunum gongur sera væl og at tað sær út til at bæði fíggjarætlan og tíðarætlan koma til at halda. Vága Floghavn væntar at nýggja farstøðin og tænastubygningarnir verða tiknir í nýtslu 17. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald