Kappríðingin verður við Leynavatn kl 15 í dag leygardag.
Hóast rossini hava verið fleiri, so er stórur spenningur nú ríðast skal kapp við Leynavatn. Kappast verður í fýra greinum, Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin. Skeiðrossini eru fýra og har man Syrpa hjá Bárði Johannesen helst metast at vera favorittur, í Trav eru fimm ross og har fer dysturin helst at standa millum Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki og Savoy og Eiler Joensen. Hjá ungum eru trý ross við, í fjør vann Sílfa hjá Ásu Bárðadóttir sera sannførandi og man hon helst eisini fara at gera um seg í dag.
Hjá teimum vaksnu eru seks ross við, trý ross dystaðust um FM í fjør, tey eru øll við aftur í ár. Svanna við Hans Paula Poulsen á baki vunnu FM og Hans Pauli ger altíð ein vørr, tað veit man. Hann er tó ikki seinasta riðlinum í dag, tað eru nummar tvey og trý frá í fjør. Freyr hjá Onnu Magnussen og Marengo við Regini Johannessen á baki. Tað verður helst eitt av hesum ið vinna, men í kappríðing kann alt henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald