2018-09-05 06:24
FSF: Føroyska kvinnulandsliðið tapti týsdagin stórt fyri Týsklandi. ??rslitið gjørdist 8-0 til týsku kvinnurnar, sum við sigrinum tryggjaðu sær luttøku í HM-endaspælinum komandi ár.
Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi seinasta dystin í undankappingini til HM 2019. Mótstøðuliðið var Týsklandi, og við einum sannførandi 8-0 sigri, tryggjaðu týsku kvinnurnar sær luttøku í endapælinum komandi ár.
Støðan í bólkinum gjørdist, at Týskland fekk 21 stig, Ísland 17 stig, Kekkia 14 stig, Slovenia 6 stig, meðan føroyska liðið endaði aftast við ongum stigi.
HM-endaspælið fyri kvinnur komandi ár verður í Fraklandi.
Myndir: Heri Joensen / FSF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald