Vinna

Størsta føroyska el-arbeiðstøka undirskrivað

...

2014-04-30 20:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 BYGGING: Mánadagin undirskrivaðu Landsverk og LM Electric undir størsta sáttmála, sum ein føroysk el-fyritøka hevur gjørt í sambandi við eina byggiuppgávu í Føroyum. Talan er um el-arbeiðstøkuna til nýggja Skúladepilin við Marknagil.


Arbeiðið við Skúladeplinum við Marknagil gongur væl, og í gjár varð sáttmálin um el-arbeiðstøkuna undirskrivaður millum Landsverk og LM Electric, sum ljóðar á 30,3 mió. krónur.

- Talan er um eina stóra og spennandi uppgávu, sum vit gleða okkum til at fara undir. Hetta er tann størsta einstaka arbeiðstøkan, sum ein føroysk el-fyritøka nakrantíð hevur fingið. Vit hava longu fólk á byggiplássinum, sum eru farin í gongd við at fyrireika tað arbeiðið, sum gerast skal, sigur Pauli Hofgaard, stjóri í LM Electric.

Stjórin á Landsverki er somuleiðis væl nøgdur við, at el-arbeiðstøkan umsíðir er undirskrivað.

- Vit fegnast sjálvandi um, at føroyskar fyritøkur eisini kunnu vera við í kappingini um at fáa so stórar og týdningarmiklar arbeiðstøkur sum hesa og gleða okkum til samstarvið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Tað eru í løtuni umleið hálvthundrað mans á byggiplássinum við Marknagil. Seinastu vikurnar hevur tað í høvuðsheitum verið stoypiarbeiði av fundamentum og betongveggjum, sum hevur verið í gongd og framvegis arbeitt verður við. Stóra arbeiðið undir jørð er komið væl undir land, hóast tað enn er fitt av jørðarbeiði eftir at gera, sum verður gjørt, so hvørt farið verður víðari til næstu byggistigini. Veggir eru stoyptir í niðastu og næstniðastu hædd, har tilfar skal fyllast upp ímóti.

Í høvuðsheitum eru tað fundamentini og veggirnir til høvuðsbygningin, ítróttarhøllina og bilverkstaðið til tekniska skúla, sum arbeitt hevur verið við í seinastuni.

Arbeiðstøkurnar við Marknagil eru níggju í tali. Tað eru jørð, kloakk, betong og stálarbeiði ??? jnnilokan ??? innrætting o.a ??? el-arbeiði o.a. ??? HVS, luftskiftisskipanir o.a. ??? múraraarbeiði o.a. ??? málaraarbeið ??? lendisarbeiði o.a. ??? byggipláss.

Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum stundentaskúla, handilsskúla og tekniskum skúla við felags hentleikum og felags leiðslu. Samlaða gólvvíddin er 19.500 fermetrar, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Málið hevur frá byrjan verið at hátta byggingina soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt og nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi.

Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió., íroknað innbúgv og annað, og skúlin skal eftir ætlan takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Um nakar ynskir at vita meira um málið, kann viðkomandi seta seg í samband við samskiftistænastuna á Landsverki, tlf. 290804/805.


Ewald Kjølbro (vm), stjóri á Landsverki, og Pauli Hofgaard, stjóri á LM Electric, hava júst undirskrivað sáttmála um el-arbeiðstøkuna til Skúladepilin við Marknagil


Hendan myndin frá arbeiðinum við Marknagil og myndirnar niðanfyri eru tiknar fyri einum góðum mánaða síðani
















Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder