Ítróttur

StÍF vann við 7 málum á Neistanum

...

2021-04-17 19:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Neistin tók í dag ímóti StÍF í 3. FM-finaluni millum liðini.

Tað var StÍF ið byrjaði dystin betri, og eftir eitt korter hevði Neistin bert fingið 2 mál meðan StÍF fekk 5 mál. Tá ið 26. minuttir vóru leiktir var støðan 5-13 til StÍF. Neistin fekk minkað um munin áðrenn hálvleikin til 9-13.

StÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, og tá ið 39. minuttir vóru spældir var støðan 12-20 til gestirnar. StÍF vann dystin 20-27.

Fríða á Dunga fekk 5 mál fyri Neistan. Poula Berg fekk 7 mál fyri StÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder