Ítróttur

StÍF vann tættan dyst á Team Klaksvík

...

2018-11-29 22:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
StÍF tók í kvøld ímóti Team Klaksvík í Okkara-deildini hjá monnum í hondbólti.

Tað var Team Klaksvík ið byrjaði dystin betri, og eftir 20. min. var støðan 6-12, hálvleiksstøðan var 11-16. StÍF var betra liðið í seinna hálvleiki og fingu teir 20 mál í seinna hálvleiki, og vunnu dystin 31-30.

StÍF: Jóannes Prestá 11, Pætur Barclay 4, Pætur Johansen 4, Djóni Petersen 4, Ican Mrdalo 4, Dávid Davidsen 2, Martin Danielsen 1 og Marius Joensen 1.

Team Klaksvík: Finnur Hansson 7, Christoffer Madsen 6, Hørður F. Sigtórsson 5, Jens Pauli Mohr 5, Sámal á Tjaldrafløtti 4 og Vilhelm Vilhelmsen 3.

Støður: 
5. min. 2-3
10. min. 4-6
15. min. 6-9
20. min. 7-12
25. min. 8-15
30. min. 11-16
35. min. 14-17
40. min. 15-19
45. min. 19-22
50. min. 22-24
55. min. 27-27
60. min. 31-30

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder