2020-02-23 18:25

StÍF tók í dag ímóti Kyndli í landskappingini hjá monnum í hondbólti. Kyndil skuldi reisa seg aftur eftir tapið fyri H71 í steypafinaluni.
Tað var heimaliðini ið legði betri út frá byrjan, og komu á odda 5-3 eftir 8. minuttir. Hálvleiksstøðan var 14-9 til Strandingar. Tá ið 37. minuttir vóru leiktir var støðan 20-11, men teir grønu úr Havn góvu ikki upp, og endaði dysturin 27-24.
Málskjúttar:
StÍF: Martin Danielsen 7, Pætur Johansen 6, Jógvan G. Joensen 4, Jóannes Prestá 3, Pætur Barclay 3, Sveinur Justinussen 1, Ivan Mrdalo 1, Eli Hansen 1 og Steinar Prestá 1.
Kyndil: Anders Risdal 8, Tummas Pauli Hanussarson 4, John í Innistovu 3, Tróndur Wardum 3, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Jóan Pauli Patursson 1, Ovi Lutzen 1 og Kristoffer Bjørgvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald