Ítróttur

StÍF og H71 vunnu - Neistin og VÍF spældu javnt

...

2020-10-12 06:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fult umfar hevur um vikuskiftið verið í Burn-deildini hjá monnum í hondbólti.

Leygardagin tók Kyndil ímóti StÍF. Tað var StÍF sum vann dystin 25-28, eftir hálvleiksstøðuna 10-10. Anders Risdal fekk 8 mál fyri Kyndil, og fyri StÍF fekk Jóannes Prestá 7 mál.

Í Havn tók Neistin ímóti VÍF, og tað bleiv rok tí VÍF heldur at tey hava vunnið dystin 35-34, men á dómaraseðilinum stendur 35-35, og tað hevur við sær at VÍF hevur lagt eina protest. Hálvleiksstøðan var 15-16 til VÍF. Toppskjúttar vóru Pauli Høj fyri Neistan við 6 mál, og fyri VÍF fekk Filip Jojic 12 mál.

Í Kollafirði tók KÍF ímóti H71. H71 vann dystin 22-24, eftir hálvleiksstøðuna 11-11. Fyri KÍF fekk Hans Eli Sigurbjørnson 9 mál, og fyri H71 fekk Peter Krogh 7 mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder