2021-04-07 05:12

Tað gjørdist ógvuliga spennandi dystur í høllini á Skála í gjár tá ið StÍF og H71 leiktu seinnu hálvfinaluna um at koma í FM-finalurnar.
Strandakvinnur vunnu dystin 23-22 eftir longda leiktíð. Støðan í hálvleikinum var 13-9. Eftir vanliga leiktíð var støðan 19-19, og máttu liðini tí út í longda leiktíð.
Hin FM-finalisturin verður Kyndil ella Neistin, sum hava vunni hvørsína hálvfinalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald