StÍF tók í dag ímóti KÍF á Skála. Nógv høvdu kanska rokna við at StÍF fór at fáa tað torført ímóti KÍF, tí KÍF vann við 10 málum á H71 í vikuni, men so bleiv ikki.
Dysturin byrjaði javnt, men sum fyrri hálvleikur gekk fór StÍF longri frá KÍF, og var hálvleiksstøðan 13-8 til Strandingar. StÍF vann dystin 25-21.
StÍF: Rani A. Højgaard 9, Jóannes Prestá 4, Dávid Danielsen 3, Djóni Petersen 3, Pætur Barclay 3, Martin Danielsen 2 og Tummas Simonsen 1.
KÍF: Atli Hammer 4, Hans Eli Sigurbjørnson 4, Borko Cupara 4, Teitur Joensen 3, Poul Finnur Egholm 2, Ási Dam 2, Jón Suni Kjærbæk 1 og Vilhelm Magnussen 1.
Støður:
5. min. 1-1
10. min. 2-2
15. min. 4-3
20. min. 7-4
25. min. 8-6
30. min. 13-8
35. min. 15-8
40. min. 17-11
45. min. 19-13
50. min. 20-16
55. min. 23-19
60. min. 25-21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald