Ítróttur

StÍF er føroyameistari í kvinnuhondbólti

...

2021-04-21 19:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í 4. finaludystinum, sum varð leiktur í kvinnudeildini í kvøld, vann StÍF finaluna í kvinnuhondbólti í kvøld, við at  vinna 30-20 á Neistanum, ein sannførandi sigur. StÍF hevur vunni tríggjar finaludystir av fimm, Neistin hevur vunnið ein finnaludyst, tí er ikki neyðugt at spæla 5. finaludystin, sum eftir ætlan skuldi spælast leygardagin.

Strandakvinnurnar løgdu betri út, tær førdu meginpartin av fyrra hálvleiki og kundu fara til hálvleiks við støðuni 16-11 Í seinna hálvleiki gjørdist eingin ivi strandakvinnurnar bara øktu og viðhaldsfólkið av Strondum jublaði - StÍF vann 30-20, tað er á fyrsta sinni at StÍF vinnur FM hjá kvinnum. Tillukku StÍF.

StÍF: Hanna Ljósá, Momoko Nakamura, Emmy Kass 4, Lív Poulsen 9, Rebekka Justinnussen 1, Poula Berg 4, Guðrið Ellingsgaard 4, Vár Poulsen, Karina Høgnesen, Mao Opani 1, Yuika Kurimoto, Haruka Gima 6 og Fríiðrún Olsen 3.

Neistin: Margit Weihe, Eljana Grozdami, Fríða á Dunga 2, Heervør Niclasen, Maria Nólsoy1, Barbona Johannesen, Sólbjørt Høj 1, Marjun Danberg 2, Ingun K. Person 8, Mona Dam Boulsen, Fríða H. Jacobsen, Stina Mausen 3, Sára Mikkelsen 2, Drós Ragnarsdóttir, Bjørk Joensen 1 og Petra Larsen.

Dómarar vóru: Bárður Brimvík og Jógvan S. Nolsøe.


Sí fleiri myndir á Portal.fo sum Sverri Egholm hevur tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder