Landskappingin fer nú at liggja still eina løtu, tí bólkaspælið í steypakappingini byrjar hetta vikuskiftið. Næstu trý vikuskiftini verða steypadystir á skránni, og byrja verður longu í morgin, leygardagin 11. januar.
Toppdystir longu í 1. umfari
Bæði hjá kvinnunum og monnunum eru tveir bólkar. Bólkingin er grundað á úrslitini frá seinastusteypakapping, og tað passar seg so, at nr. 1 og 2 hjá bæði kvinnunum og monnunum beint nú ílandskappingni eru endað í sama bólki. Fyrsta umfar kann tí gerast avgerandi fyri, hvat lið endar nr. 1 ísínum bólki og tí skal møta nr. 2 í hinum bólkinum í hálvfinaluni. Tað er ein fyrimunur.
Mesti spenningurin er í Klaksvík
Badmintonhøllin í Klaksvík leggur gólv til helst mest avgerandi dystirnar steypakappingini hetta vikuskiftið.Mjølnir eigur oddaliðið hjá bæði kvinnum og monnum í landskappingini, og bæði liðini eru á heimavølli.
??? Leygardagin 11. januar kl. 14.30 Mjølnir ??? SÍ A Badmintonhøllin í Klaksvík
??? Leygardagin 11. januar kl. 17.00 Mjølnir ??? Dráttur Badmintonhøllin í Klaksvík
Hjá kvinnunum hevur Mjølnir vunnið á Drátti tvær ferðir í landskappingini, men munurin er lítil. Mjølnirtapti sín fyrsta dyst í ár, tá ið SÍ í seinasta leikumfari vant burturúr teimum og vann greitt 3-1. Verður tað núDráttur, ið dregur longra stráið?
Hjá monnunum er Mjølnir í serflokki í landskappingini, men júst SÍ gav teimum sterka mótstøðu seinast, og ísteypadystum kann jú alt henda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald