Ítróttur

Steypaflogbóltur, Kvinnuunglingar: Fleyr vann seinasta dystin á SÍ

...

2019-03-04 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrradagin var tað SÍ, sum var omaná tá meistaradeild kvinnur dystaðust í einari sera spennandi finalu, og sum ikki var avgjørd fyrr enn í seinastu bóltunum, við minst møguligum muni.

Og í seinasta dystinum í gjár, var tað Fleyr, sum dróg longsta stráðið, eftir eina sera góða, dramatiska og vælleikta finalu.

SÍ kom best frá byrjan, og legði seg væl á odda í fyrsta settinum, og helt henda mun alt settið.

Annað settið gjørdist tað longsta sum er leikt í sambandi við finalurnar, og eftir skiftandi leiðslur, vann Fleyr settið 28-26, og neyðugt var tí við javnbrótara.

Hetta settið gjørdist spennandi ??? liðini fylgdust alla tíðina, og skiftust um at vera á odda heilt fram til endan av settinum ??? men tað var Fleyr, sum gjørdist endaligi vinnarin, og gjørdist steypavinnari 2019 fyri kvinnuunglingar.

SÍ ??? Fleyr, 1 ??? 2: 25-20, 26-28 og 15-17.

Bestu leikarar:

SÍ: Katla Henriksen

Fleyr: Hilda Bolstad Mortensen

Fleyr:

Aftast frá vinstru: Klæmint Isakesen, venjari, Súsanna Sólrunardóttir Ludvig, Barbara Káradóttir Durhuus, Ester Álvsdóttir Haraldsen, Bjarta Jákupsdóttir.

Fremst frá vinstru: Veronica Tani, Vár Rajani Færø, Hilda Bolstad Mortensen, Kristina Knudsen, Bjørk Nolsøe Isaksen.

:

Aftast frá vinstru: Turið Búadóttir, Janna Falkvard, Josefina Eliasdóttir, Katla Henriksen, Inga Helena Henriksen, Rajko Petrovic, venjari.

Í miðjuni frá vinstru: Malan Maria í Haraldstovu Weihe, Sofía Weihe Simonsen, Rannvá Kambsgarð, Sólfríð Poulsen.

Fremst frá vinstru: Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen, Rannveig Rós Joensen, Tóta Búadóttir, Anja Sólja Niclasen, Bára Jansdóttir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder