Ítróttur

Steypafinalur: So er høllin klár til finalurnar

...

2018-02-24 00:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

So er høllin klár til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi.

Nýggja høllin við teimum nýggju stólunum skapa góðar rammur um tiltakið í morgin, tá bestu flogbóltsliðini bresta saman í steypafinalunum.

Klokkan 13,30 byrja menninir hjá ÍF og SÍ, og klokkan 16,00 verða tað kvinnuliðini Fleyr og Dráttur, sum skulu spæla um steypið.

Men tað eru ikki bara tey vaksnu sum skulu kappast, tí longu klokkan 09,00 í morgin eru tær fyrstu finalunar hjá teimum ungu. Íalt 12 finalur alt vikuskiftið.

Dystarskráin hjá teimum ungu er henda:

Leygardagin 24. februar:
Kl. 09.00,G14 B: Ternan- SÍ b
Kl. 10.00,D17: SÍ-Fleyr
Kl. 18.00,D12: SÍ-Ternan

Sunnudagin 25. februar:
Kl. 13.00,G12: SÍ-Ternan
kl. 14.15,G14A: SÍ-TB
Kl. 15.30,G16: Fleyr-SÍ
Kl. 16.45,KU: TB-Fleyr
Kl. 18.00,D15: SÍ-Fleyr
Kl. 19.15,G19: SÍ-Fleyr
Kl. 20.15,MU: Fleyr-SÍ

Finalunar hjá teimum ungu kunnu stroymast her:

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

og vaksnamannafinalurnar kunnu síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF og hoyrast á Rás 2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder