Ítróttur

Steypafinalur: Mansunglingar eitt satt brak av einum dysti

...

2018-02-26 15:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mansunglingafinalan gjørdist eitt satt brak av eini steypafinalu.

Fleyr kom best frá byrjan og vann fyrsta settið 25-19, men í øðrum setti svarði SÍ aftur og vann 25-17.

Tað var øgiligur stemningur í høllini av mongu áskoðarunum frá báðum feløgum, og hesin larmur gjørdist ikki minni tá farið var undir 3. og avgerðandi settið. Allir áskoðararnir stóðu uppi.

SÍ kom best frá byrjan, men Fleyr hálaði spakuliga inn aftur og móti endanum á settinum gjørdist rættuliga tætt, men SÍ var sterkast og vann settið 15-11.

Hetta var 10. steypafinalusigurin hjá SÍ hetta vikuskiftið og SÍ vann allar finalur sum tey vóru við í.

Hinar báðar finalurnar vann Fleyr, sum vann kvinnuunglingar og meistaradeild kvinnur.

Besti leikari SÍ: Hjørtur Joensen

Besti leikari Fleyr: Niels Niclasen

https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

Dystarskráín er henda:

Leygardagin 24. februar:
Kl. 09.00,G14 B: Ternan- SÍ b0-2
Kl. 10.00,D17: SÍ-Fleyr
2-1
Kl. 18.00,D12: SÍ-Ternan2-0

Sunnudagin 25. februar:
Kl. 13.00,G12: SÍ-Ternan2-0
Kl. 14.15,G14A: SÍ-TB2-0
Kl. 15.30,G16: Fleyr-SÍ
2-1
Kl. 16.45,KU: TB-Fleyr
0-2
Kl. 18.00,D15: SÍ-Fleyr
2-0
Kl. 19.15,G19: SÍ-Fleyr
2-0
Kl. 20.15,MU: Fleyr-SÍ
1-2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder