Ítróttur

Stendur væl til í føroyskum hondbólti?

...

2019-02-18 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg kann væl viðganga, at eg eri ikki júst tann, sum havi røttu førleikarnar til at svara hesum spurningi. Eisini er tað serstakliga hugaligt, at tað ongantíð hava verið so nógvir føroyskir hondbóltsleikarar, sum hava leita sær uttanlands at spæla. Bæði tá tað kemur til vaksnamannahondbólt, men eisini tá tað kemur til ungdómsleikarar. Tað hevur fyrst og fremst verið mannligir leikarar, men nú hava Føroyar so eisini fingið ein ungan leikara í bestu donsku hondbóltsdeildina.

Tað eru fleiri framúr føroyskir leikarar. Jóhan á Plógv Hansen er vorðin heimsmeistari við Danmark, meðan ein sum Elias á Skipagøtu fær góð ummælir allastaðni frá. Og eg haldi heldur ikki, at føroysku A-landsliðini nakrantíð hava verið so góð, sum tey eru hesi árini.

Vanliga eri eg eisini tað, sum summi vilja kalla jubeloptimist. ??ansæð hvørjum Føroyar ella tey føroysku liðini spæla ímóti í altjóða dystum so trúgvi eg altíð uppá, at føroysku liðini fara at vinna. Eisini tá Føroyar spæla móti Danmark. Eisini hóast eg veit, at sannlíkindini fyri slíkum eru evarska lítil. Fornuftin sigur, sjálvandi, at Danmark hølvar Føroyar av. Og verið eg spurdur hvørt eg vænti Føroyar ella Danmark vinna so er svarið sjálvsagt Danmark. Tó trúgvi eg allíkavæl, at Føroyar kunna vinna um alt klappar fyri Føroyar. So eru helst onkur, sum vilja siga, at tað sigur eina rúgvu um mítt skil (ella mangul av sama). Men tað er mín óvikiliga trúgv á leikarnar, sum eg stuðli (eisini hóast eg kann koma við onkrum buh-rópum á mótstøðulið og leikarar.

Hóast alt hetta hevur hesin spurningurin um tað stendur væl til í føroyskum hondbólti rumstera nógv í mínum høvdi seinastu tíðina. Eru mongu leikarniar uttanlands tekin um gott ungdómsarbeiðið runt um í hondbólts-Føroyum? Ella eru hesir leikarar meira eitt dømi um, at summi feløg eru ótrúliga dugnalig?

Orsøkin til hesar tankar botnar í hvørjum feløgum útisetarnir og í bestu deildunum hava spælt ungdómshondbólt í. Tað er einki at taka seg aftur í, at eitt felag sum H71 hevur gjørt eitt megnararbeiðið seinastu mongu árini. Tað sæst eisini aftur á úrslitunum har felagið hevur vunnið nógv steyp seinastu árini. 33 FM-heiti og 35 steypasigrar síðani 2012 umframt fleiri taptar finalur vísa, at felagið hevur gjørt eitt framúr arbeiðið. Neistin, VÍF og Kyndil hava eisini góð úrslit at vísa á seinastu árini. Hesi fýra feløgini hava vunnið stórt sæð øll FM-heiti og steypakappingar seinastu árini.

Tá eg vaks upp í Kyndli vóru vit alla møgulilga staðni í Føroyum og spældu hondbólt. Eg havi spælt hondbólt móti VB, ÍF, NSÍ/Tjaldur og SÍF eru feløg, sum ikki eru at síggja í bestu deildini. Eisini hava feløg sum EB og TB fyrr verið at sæð í bestu deildunum. Og hyggja vit at liðum í bestu deildunum so eru tað ikki júst stórar ungdómsdeildir hjá Team Klaksvík, EB, KÍF og partvíst ÍA. ??ll føroysku hondbóltsfeløgini hava fleiri veruligar eldsálir, sum gera veruliga eitt stórt arbeiði fyri feløgini. Og vit, sum ikki gera so stórt arbeiða kunna vera takksom fyri hesi mongu, sum leggja so nógv arbeiði í feløgini.

Og hyggja vit at leikarum í bestu deildunum og teimum, sum eru at finna uttanlands so eru ikki nógvir úr smærri feløgum. Sjálvur haldi eg tað vera harmuligt. Tað skal tó ikki vera soleiðis, at tað er tað reina myrkur yvir føroyskan hondbólt. Men hyggja vit eftir flogbólti og fótbólti so eru tað væl færri, sum íðka hesar ítróttargreinar í dag. Tí vóni eg, at tey, sum sita við avgerðinum í bæði HSF og feløgnum ansa væl eftir, at hondbóltur ikki eisini missir leikarar. Mín vón er, at um nøkur ár eru VB, Søljan, Tjaldur og EB aftur at finna í bestu deildunum. Og at ÍA eisini kemur harupp.

Tað er tó eingin loyna, at fleiri (um ikki øll) hesi feløgini hava stórar avbjóðingar. Bæði tá tað kemur til kvalitet og kvantitet. Spurningurin er so hvat kann gerast fyri, at styrkja (enn meira?) um føroyskan hondbólt. Ikki havi eg svarini uppá allar trupulleikar og spurningar, sum hava við føroyskan hondbólt at gera. Men eg skal nú ikki vera so svartskygdur at halda HSF ikki roynir ella arbeiðir við at finna røttu loysnirnar soleiðis at vit fáa fleiri feløg at kappast um steypini umframt, at tað vónandi eisini innafyri eitt eitt rímuliga stutt ársskeið vera fleiri feløg í bestu hondbóltsdeildunum.

Ásbjørn N. Nattestad

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder