Ítróttur

Stafettrenningin 2021

...

2021-08-18 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Aftur í ár skipar Faroe Express fyri stafettrenning. Hon verður leygardagin 28. august kl. 14 og fer sum vant fram á Eystaru Bryggju í Havn.

Hetta er Føroya størsta og stuttligasta stafettrenning, har fyritøkur taka ein dag úr kalendaranum og hugna sær og røra seg saman. Afturat stafettini verður matur, drekka, tónleikur o.a.
Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri hvønn (600 kr. fyri liðið), og peningurin fer til barna- og ungdómsarbeiði innan frælsan ítrótt. Høvuðsstuðulin, Faroe Express, samstarvar við Bragdið um stafettina, og bjóðar ókeypis renniblusur í framúr góðsku og gávuposar við ymiskum góðum til allar rennarar.
Hvørt liðið hevur tríggjar luttakarar, ið antin renna ella ganga 3 km í part ??? tilsamans 9 km. Tað ber til at kunna teg nærri um hetta á bragdid.fo.
Ert tú til reiðar? So tak starvsfelagan undir armin og melda tykkum til.
Tilmelding fer fram her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder