Ítróttur

Spennandi lutakast hjá monnum

...

2018-04-05 13:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:

Skjótt kunnu nakrir av heimsins bestu hondbóltsspælarum spæla ímóti Føroyum í Høllini á Hálsi. Tað kann verða Mikkel Hansen ella Nikola Karabatic. Ella hvørgin.

Um eina viku, hósdagin 12. apríl, er lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Lutakastið verður í Tróndheimi í Norra.

Føroyar kunnu tá fáa Danmark, Frakland, Týskland ella Kroatia í sín bólk.

32 lond verða býtt í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki.

Londini eru styrkismett í fýra bólkar, og eitt lið úr hvørjum styrkisbólki enda í sama bólki.

Styrkisbólkarnir eru hesir:

1 ??? Frakland, Kroatia, Týskland, Danmark, Slovenia, Hvítarussland, Ungarn, Makedonia.
2 ??? Russland, Kekkia, Pólland, Ísland, Serbia, Montenegro og Bosnia/Hersogovina, Holland ella Portugal.
3 ??? Lettland, Litava, Sveis, Slovakia, Ukraina, Ísrael, Turkaland og Bosnia/Hersogovina, Holland ella Portugal.
4 ??? Finnland, Belgia, Estland, Grikkaland, Rumenia, Italia, Kosovo og Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder