Vinna

Spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2014

...

2014-09-08 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Møguleiki verður fyri at hoyra tríggjar áhugaverdar fyrilestrar í Norðurlandahúsinum hin 26. september.

Dr. Jonas Ridderstråle hevur millum annað skrivað bøkurnar ???Funky Business??? og ???Karaoke Capitalism???. Dr. Jonas Ridderstråle fer á Vinnudegnum at tosa um, hvussu fyritøkur mugu verða klárar at tillaga virksemi og hugsanarhátt - alt eftir hvussu marknaðurin og umstøðurnar skifta. Hetta er týdningarmikið fyri kappingarførið. Hann fer at greiða frá, hvussu nýskapandi fyritøkur endurnýggja strategi, leiðslu og fyrisiting, og av tí sama gerast alsamt betri fyri. Millum annað greiður hann frá, hvussu rætta samansetingin av fólki, tøkni og arbeiðshátti kann styrkja kappingarførið.

Johan Bülow er stjóri og stovnari av Lakrids by Johan Bülow. Johan Bülow fer at greiða frá, hvussu hann sum 23 ára gamal í 2007 byrjaði egnu fyritøku á Bornholm. Síðan tá hevur gingið skjótt, og í dag verður Lakrids by Johan Bülow selt í 16 londum. Íverksetan, vøruskapan/menning og branding verða evnini, ið framløgan fer at snúgva seg um.

Bogi Bech Jensen hevur drúgvar royndir innan vinnugransking, har hann serliga hevur samstarvað við fyritøkur í Evropa og Asia. Við støði í sínum royndum, fer Bogi at greiða frá, hvussu lærdir háskúlar kunnu arbeiða saman við vinnuni, tá tað kemur til kanningararbeiði og strategiska vørumenning. Á várið 2014 flutti Bogi heim aftur til Føroyar, og starvast nú á Fróðskaparsetri Føroya, har hann er professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.

Skrá til Vinnudagin 2014 sæst her.

Vælkomin til Vinnudagin 2014 -melda teg til nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder