Mentan

Spælipláss við Skúlan á Giljanesi

...

2020-04-28 13:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leingi hava børn, foreldur, lærarar og onnur havt eitt stórt ynski um at fáa eitt dygdargott, kveikjandi og hugfangandi útiøki í skúlanum á Giljanesi við góðum spæliplássi. Eitt nýmótans spælipláss við góðum undirlagi, har børn kunnu spæla og mennast, bæði sosialt og motoriskt.

Vága Kommuna hevur, eftir áheitan frá Skúlanum á Giljanesi og skúlastýrinum á vári 2019, samtykt at seta gongd á arbeiðið. Kommunan hevur arbeitt við ætlanini við spæliplássinum síðani seinasta summar, og tað er Innspark, saman við SNA og Árna Winther arkitektum, sum standa fyri arbeiðinum. Nú er ætlanin fyri spæliplássið gjørd, og í mai byrjar arbeiðið at gera eitt gott og nýmótans spælipláss niðanfyri nýggja skúlan á Giljanesi.

Gummibetong við litspæli verður lagt sum undirlag. Ynskið var, at spæliplássið skuldi vera serliga innbjóðandi fyri næmingarnar í 1. - 6. flokki, soleiðis at hesi, í størri mun, verða eggjað til at fara út at spæla og røra seg í fríkorterunum. Í samstarvi við Innspark hava vit tryggja, at øll tilmæli viðvíkjandi trygd verða hildin. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt, tá skúlin byrjar aftur í august.

Spæliplássið er hugsað sum ein náttúrligur partur av útbyggingini av skúlanum. Sostatt er spæliplássið fyrsta stig í eini størri ætlan fyri Skúlan á Giljanesi.

Spæliplássi norðaifrá

Spæliplássi sunnanifrá

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder