B36: Nú er greitt, at Sonni Ragnar spælir í hvíta búnanum hjá B36, tá Betri-deildin verður sparkað í gongd
Sonni Ragnar Nattestad og B36 hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar fyri hetta kappingarárið.
Talan er um væl kent fótbóltsnavn í Føroyum. Við 27 A-landsdystum á baki hevur hann 25 ára gamli miðvingurin ferð eftir ferð víst, at hann telist millum stinnastu spælararnar, sum vit eiga, og yrkisleiðin hevur eisini givið honum nógvar fótbóltsupplivingar uttanlands.
Seinast hevur hann spælt við FC Fredericia, men skaðar argaðu meira, enn gott var, og at enda samdust partarnir um at ógilda sáttmálan.
Í vetur hevur hann vant við okkara monnum, og nú eru Sonni Ragnar og B36 eisini komin ásamt um treytirnar fyri einum sáttmála.
- Tað hevur verið ein drúgv og strævin process hjá mær at koma fyri meg. Síðani eg gavst í Fredericia havi eg eitt nú verið á hjá serligari klinikk í Hollandi, og í Yndi í Havn havi eg eisini gjørt hópin av servenjingum. Hetta, saman við aðrari góðari hjálp, tykist hava gjørt munin, og nú gleði eg meg bara til aftur at gera tað, sum eg mest av øllum vil. Nevnliga at spæla fótbólt.
- Eg eri takksamur fyri møguleikan, sum B36 hevur givið mær gjøgnum allan vetur, og eg má siga, at eg havi stórtrivist í umhvørvinum kring felagið og spælarahópin. Tað hevur verið áhugi úr útlandinum, men tað týdningarmesta hjá mær her og nú er, at eg havi møguleika at venja nógv og spæla nógvar dystir. Klári eg tað, so ætli eg sjálvandi at koma uttanlands at spæla aftur.
- Vit høvdu sum so ikki nakrar beinleiðis ætlanir um at styrkja okkum meira á verjuplássunum, men tá nú høvi beyðst at knýta kanska besta verjuspælaran hjá Føroyum at hópinum, var hetta ein alt ov stórur møguleiki at siga nei-takk til, sigur Magni Mouritsen, formaður í B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald