Ítróttur

Sonni Ragnar er aftur við fullari styrki

...

2018-03-19 21:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: 23-ára gamli miðverjin er ovurfegin um at vera aftur í landsliðshøpi eftir drúgvan skaða. Tí landsliðið er tað besta, hann veit.

A-landsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu í Marbella, har tveir venjingardystir eru á skránni. Við í hópinum er Sonni Ragnar Nattestaad, sum fyri einum góðum ári síðan sleit hælsinuna. Nú er hávaksni miðverjin endiliga aftur við fullari styrku.

Ungi miðvingurin hevur sáttmála við norska Molde, men er í løtuni útleigaður til ??lesund, har hann hevur fingið heilt nógva spælitíð higartil í ár. Nú gleðir hann seg til aftur at lata seg í landsliðsblusuna.

- Tað kennist heilt fantastiskt at vera aftur við landsliðnum. Vit hava tað so gott og stuttligt saman, so eg havi ordiliga saknað dreingirnar, meðan eg havi verið burtur. Hetta at vera við landsliðnum er jú tað allarbesta, eg veit, sigur Sonni Ragnar.

Sonni Ragnar mannaði føroysku miðverjuna saman við Atla Gregersen í øllum undankappingardystunum í 2016, men seinastu dystirnar hevur Oddmar Færø spælt á tí plássinum. Tí er lagt upp til spennandi kapping um plássini, nú teir allir tríggir eru við í hópinum móti Liktenstein og Lettlandi.

- Líkasum allir hinir, so vil eg heldur spæla, enn sita á beinkinum, so eg ætli mær at gera alt mítt fyri at fáa spælitíð. Tað gera vit allir og soleiðis eigur tað at vera, sigur miðverjuleikarin.

Føroyar spæla móti Liktenstein mikudagin 21. mars og móti Lettlandi sunnudagin 25. mars.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder