Ítróttur

Sonni: Brandur og Hørður blíva avgerðandi fyri H71

...

2018-09-04 10:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71 vann FTZ-deildini seinasta kappingarár, og verður nú rigga til at byrja nýtt kappingarár í Okkara-deildini, og vilja teir vera við har tað er stuttligt at vera.

Vit hava sett venjarinum Sonna Larsen nakrar spurningar.

Hvat væntar tú tær av komandi kappingarárið?

Eg vænti at tað verður ein sera spennandi og áhugaverd kapping í vetur, har tað koma at vera nógvir sera góðir dystir. Serliga sæð í ljósinum av nýggja strukturinum, har liðini nú leggja meira í styrki og har breddin verður avgerðandi.

Eg gleði meg ótrúliga nógv til at síggja hvussu kappingin fer at útvikla seg í fysiskum spæli, og vóni at dómarnir geva loyvi til tað, men sjálvandi skulu ljótar avgerðir straffast. Av mínum egna liðið vænti eg, at mínir spælarar eru svangir at spæla, og vit koma at síggja spæligleði. Tað er tað eg havi sæð higartil.

Hvar á stigatalvuni enda tit?

Eg hopi vit enda í toppinum.

Hvussu væntar tú toppurin fer at síggja út?

Eg vænti at kappingin verður jøvn við Neistanum, Kyndil, VÍF, KÍF og vónandi okkum sjálvum í toppinum.

Hvussu stóran hóp hava tit?

Vit hava ein sera stóran hóp, tað eru 33 spælarar í hópinum hjá okkum.

Hvat fyri spælarar hava tit fingið, og hvørjar hava tit mist?

Farnir:

Andor Sivertsen

Hallur Biskopstø

Mark Marcher

Rani Højgaard

Sigmundur Dahl

Jens á Skipagøtu

Eg vil siga, at tað er m.a. sera keðiligt fyri H71, at vit nú ikki fáa loyvi at síggja hvussu Mark setti spæli hjá okkum upp. Álop á mál við flottum skotum, ella sera genialar avlveringar. Her hugsi eg m.a. um tær flottu finalurnar hann spældi. Tað verður ein stórur missur í honum, men respekt fyri at hann tekur sær ein steðg. Av at hann nú tekur ein steðg kemur tað at ávirka spæli hjá H71, og vit broyta eitt sindur spælistíl, men eg vænti at nýggi mátin er minst líka góður, bara øðrvísi.

Tað verður eisini ein sera stórur saknur í Jens, við hansara stóra útstráling og góða bjargingum.

Komnir:

Brandir Halgirsson

Hørður Trygvason

Fyri hesar báðar kann sigast, at tey koma frá akademinum í Flensborg. Báðir eru sera professjonellir í teirra tilgongd til hondbóltin, og eru báðir serkønir hóast teirra unga aldur. Teir skulu vit gelða okkum at síggja, eg vænti at teir verða avgerðandi fyri okkum.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder