Ítróttur

Sølvi skrivað nýggjan sáttmála

...

2019-11-27 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07 Vestur og Sølvi Egilsson hava skrivað nýggjan sáttmála, og Sølvi heldur sostatt fram í 07 Vestur, har 24-ára gamli sandavágsmaðurin hevur leikt á besta liði síðan 2011.


Stríðsmaðurin og "alt-mulig"-maðurin fekk sín fyrsta dyst sum 16 ára gamal í 2011, og er uppvaksin í felagnum, undantikið einum styttri tíðarskeiði í ungdómsliðum hjá Silkeborg. Sølvi spælir á fleiri plássum, og hevur roynt seg allastaðni, í verjuni á miðjuni og í álopinum.
Sølvi hevur leikt 136 dystir á besta liðinum, síðan frumdystin í 2011, og hevur skotið 13 mál, tað skrivar 07 Vestur á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder